Virðisgrundarlag

Virðisgrundarlag


Saman hava vit arbeitt við einum virðis­grund­arlagi fyri stovnin. Hetta fyri at kunna raðfesta, hvat vit halda hevur serligan týdning.

1. Tryggleiki

Vit leggja dent á tryggar fysiskar karmar úti og inni.

At starvsfólk eru dagførd innan t.d. fyrstuhjálparskeið, brunaskeið og onnur viðkomandi skeið. Somuleiðis, at stovnurin hevur fastar mannagongdir innan ymisk øki.

At starvsfólki eru professionell, so foreldur kunnu kenna seg trygg við at avlevera barnið.


2. Trivnaður

Fyri at børn, foreldur og starvsfólk skulu trívast, mugu vit virða og viðurkenna hvønn einstakan.

At stovnurin leggur dent á at hava eina góða atmosfæru, og at rúmið er innbjóðandi, og at starvsfólkini eru fyrikomandi.

 

3. Yrkisførleiki

Stovnurin leggur dent á, at starvsfólkið arbeiðir professionelt, og at starvsfólkið verður dagført innan tað námsfrøðiliga rákið.

At starvsfólkið arbeiðir saman og deilir ta námsfrøðiliga vitanina.

At vit arbeiða við at ráðleggja, skjalprógva og eftirmeta okkara arbeiði.

 

4. Virðing

Vit leggja dent á at vilja læra børnini at hava virðing fyri tí einstaka og góðtaka ymiskleikarnar hjá hvørjum øðrum. Eisini leggja vit dent á at læra børnini at virða lutir og fara væl um.

 

5. Samstarv/Samskifti

Vit raðfesta samskifti og samstarv høgt, tí hetta gevur øllum luttakandi pørtum eina heildarfatan av barninum, og tað er umráðandi fyri, at barnið skal mennast og trívast til fulnar.

Kalendari

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Samskifti

Býlingshúsið í Maritugøtu
Maritugøta 60
FO-188 Hoyvík 
Føroyar

tel.:+298272929/+298302400
email: maritugota@torshavn.fo

Trýst á kortið fyri størri myndHer eru vit