Leys størv

Námsfrøðingur til Býlingshúsið í Maritugøtu

 

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið í Maritugøtu eftir einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar. Starvið er til setan 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri fleiri/færri tímar um vikuna.

Starvið er fyribils tíðaravmarkað til 30. juni 2019, við møguleika fyri fastari setan.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast ístaðin.

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Vit vænta, at:

  • tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • tú hevur hug at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
  • tú vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðum og námsætlan
  • tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert ágrýtin, tolin og nærverandi
  • tú sært møguleikar, heldur enn forðingar
  • tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð
  • tú ert luttakandi saman við børnunum

 

 

Vit bjóða tær:

  • eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
  • eitt starv, sum tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
  • eitt starv, har viðurkenning og relationsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning
  • at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest

 

 

Umsókn

saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 2. juli 2018.

 

 

Meiri fæst at vita

um okkum og starvið við at venda sær til Maiku L. Samuelsen, stovnsleiðara, tlf. 302400/272929 ella at vitja heimasíðu okkara www.maritugota.fo