Skúlabólkurin

.

Børnini í skúlabólkinum fáa "barnagarðsprógv"

Skúlabørnini fingu í dag handað eitt "barnagarðsprógv", saman við einari myndamappu við myndum frá tíðini, tey hava gingið her á stovninum. Øll hini børnini vóru til staðar inni í Klingrudalinum, og hugnaðu vit okkum við pizza, saft, ís og karamellum. Ein sera hugnalig løta :)

Skúlabólkurin vitjar umborð á Norrønu

Skúlabólkurin 2016/17

Nú er skúlabólkurin farin í gongd og í skúlabólkinum í ár eru Hávarður, Dávid, Ró, Halldis, Naima, Monika og Eva L. Tey byrjaðu við at at spæla málspøl, sum er tilfar á føroyskum, gjørt til "forskúlabørn" og innskúling. Eisini hava tey gjørt onkrar uppgávur og fingið hvør sína mappu at koyra uppgávurnar í. Elisabeth og Joan koma fyri tað mesta at hava skúlabólkin, og tey fara at møtast hvønn hósdag í Klingrudalinum, umframt aðrar dagar tá ið tey fara í bólkar, túrar, í fimleikahøllina o.a. - og onkuntíð eisini saman við miðlingunum.  

Fyrstu tíðina fara tey at læra hvønn annan betri at kenna í einum øðrum forumi, tey fara at læra málspølini at kenna, læra um kropp og sansir, um ferðslu, gera ymiskar uppgávur o.a. kreativt, fara ymiskar túrar, hava rørslutíma o.a. Tá ið jólini nærkast, fara tey at venja til jólaleikin, har tey fara at framføra jólaevangeliið fyri børnum og foreldrum til jólafestina.

Aftaná nýggjár verður hildið áfram á sama hátt, umframt at tey eisini fara at vitja ymiskar stovnar og virkir, sum taka ímóti okkum, so sum Mjólkarvirkið, Brandstøðina, barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, Løgtingshúsið og/ella Tinganes, skúlan og frítíðarskúlan, har tey skulu ganga, umframt at møguliga onkur foreldur hava eitt arbeiðspláss, sum hevur møguleika at fáa børnini á vitjan. Hetta er sjálvsagt við fyrivarni at tey kunnu taka ímóti okkum, so tit fáa nærri boð, tá ið ein avtala er gjørd við tey ymisku støðini.

Eisini fara vit til framsýningar, til Umhvørvisveiðu hjá Margarinfabrikkini og onnur tiltøk, sum verða bjóðaði fram, og hvørt ár í mai verður árliga 1-1-2 tiltakið, sum er eitt samstarv millum sjúkrahús, politi og brandstøðina, og sum er fyri øll børn sum fara í 1.flokk í Tórshavnar Kommunu í 2017.

Áðrenn summarferiuna fara vit ein dagstúr til Nólsoyar, har vit vitja Jens Kjeld, sum útstappar fuglar, vit kunnu síggja froskar, síggja prinsessutoftirnar, vitja barnagarðin, fara oman á strondina o.a.

Vit enda árið hjá skúlabørnunum við einari hugnaløtu saman við øllum børnunum á stovninum, har tey m.a. fáa handað eitt "barnagarðsprógv" og myndir frá tíðini í barnagarðinum.  

Myndir frá "prógvahandanini" hjá skúlabørnunum

Tá ið summarferian nærkast hava vit ein hugnadag fyri skúlabørnunum, har tey fáa eina mappu við myndum frá teirra gerandisdegi hesi árini, ið tey hava gingið í barnagarð, saman við einum "barnagarðsprógvi". Øll børnini vóru samlaði í felagsrúminum, og so blivu børnini rópt upp at taka ímóti, og vóru børnini sera spent. Aftaná var "ábit", har børnini fingu okkurt lekkurt :)

Børnini velja

Í dag er val til Føroya Løgting, og fyri at læra børnini um, hvat tað er at velja, hava tey størru børnini hjá okkum eisini verið á vali í dag. Børnini vóru sera áhugaði og kjakaðust óført uttanfyri valhøli um, hvat tey skuldu velja. 5 valevni vóru, sum tey kundu velja ímillum, og hvørt valevni hevði ein lit, sum tey skuldu brúka at seta krossin við :)