Av tí at tað í ár er kost-ár, hava vit arbeitt við einari kostætlan síðani árskifti. Niðanfyri eru myndir frá verkætlanini.
Børnini hava havt matdagar við nógvum ymiskum sunnum mati, og eisini fingið frukt og/ella grønmeti um morgunin. Eisini hava tey verið sera kreativ við t.d. at evna frukt og grønmeti við pap-maché, perlum, mála myndir o.a. Harumframt hava tey stóru børnini klipt úr bløðum og annars tosað um sunnan og ósunnan mat. Tey hava verið sera áhugaði í hesum, og eisini roynt ymiskar fruktir og grønmeti, sum tey ikki høvdu roynt fyrr.
Hóast verkætlanin nú skjótt er liðug, fara vit sjálvsagt at halda áfram við at leggja dent á heilsugóðan mat, og serliga er tað køksdaman hjá okkum, sum ger millummála til børnini, ið leggur seg eftir at gera millummálan heilsugóðan og varierandi. Vit vóna sjálvsagt at foreldrini eisini taka undir við hesum, t.d. við at hugsa um hvat børnini fáa við í mateskjunum.



























