Tað var ein væleydnaður dagur, tá ið børnini hugnaðu sær við at baka siropskøkur og piparnøtur, sum tey fingu við heim, samstundis við at foreldrini lótu eina peningagávu til tiltakið "Í menniskjum góður tokki". Inn komu yvir 2700,- kr. og vit takka tykkum øllum foreldrum fyri tann góða stuðulin. Tit frætta nærri tá ið pengarnir verða handaðir til fyriskipararnar.































