Jólafestin var fríggjadagin 2. des., og vit høvdu ein hugnaligan dag, sum byrjaði við at vit dansaðu jólatræ kl. 10, síðani fingu vit fleskasteik til døgurða, og júst tá ið vit vóru liðug at eta, kom jólamaðurin við pakkum til øll børnini. Síðani varð gjørt klárt til foreldrini skuldu koma kl. 15, og børnini lótu seg í klæðir til sjónleikin og Lusia gonguna. Her eru nakrar myndir frá degnum áðrenn foreldrini komu.


































































