Myndir fra stóra bakidegnum

23. november høvdu vit eitt tiltak, ið kallaðist "Stóri bakidagurin". Tað var í sambandi við at "Í menniskjum góður tokki" savnaði inn pengar til føroyskar familjur, ið vóru illa fyri økonomiskt, og tí ikki høvdu ráð at halda eini góð jól. Børnini bakaðu piparnøtur og siropskøkur allan dagin, og um seinnapartin kundu foreldrini fáa ein drekkamunn og keypa ein posa við køkum fyri eina peningagávu, ið tey vildu lata til tiltakið. Børnini vóru sostatt við til at hjálpa onnur føroysk børn til at fáa eini góð jól.

Foreldrini tóku væl ímóti hesum, og íalt vórðu savnaðar yvir 2700,-kr. Pengarnir vórðu handaðar til Hallbjørg Lamhauge, ið kom á stovnin sum umboð fyri "Í menniskjum góður tokki", og eisini kom Kringvarp Føroya at tosa við okkum, og hetta varð sent í Degi og Viku fríggjadagin 9. desember. Henda sending kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum www.kringvarp.fo/netvarp

Kalendari

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Samskifti

Býlingshúsið í Maritugøtu
Maritugøta 60
FO-188 Hoyvík 
Føroyar

tel.:+298272929/+298302400
email: maritugota@torshavn.fo

Trýst á kortið fyri størri myndHer eru vit