Foreldrasamstarv

Vit ynskja at foreldur skulu uppliva okkum sum eitt trygt, læruríkt og mennandi stað fyri teirra barn – eitt stað, har tey vera møtt av starvsfólkum og leiðslu í einum umhvørvi merkt av virðing, opinleika, áliti og góðum samskifti.

Vit leggja stóran dent á at hava eitt gott samskifti við foreldrini í gerandisdegnum, bæði við komu og heintan av barninum, og ynskja at foreldrini koma til okkum starvsfólk um eitthvørt sum snýr seg um barnið.

Vit hava hvørt ár foreldrafundir og viðtalur, umframt at vit bjóða foreldrunum til kaffi, garðdag, jólahald og annan hugna gjøgnum árið.