Felagsmyndir
.
Stóri bakidagur
Í dag er “Stóri bakidagurin”, har øll børnini hava bakað smákøkur til frama fyri fátækar familjur í Føroyum.
Øll børnini fáa ein posa av køkum við heim, og tá ið foreldrini koma, kunnu tey, ið ynskja, lata eina peningagávu, sum vit síðani geva til “Í menniskjum góður tokki”
Vit bjóða ein drekkamunn, tá ið børnini verða heintaði
Summarfestin 2017
Í dag hava vit havt summarfest, og tema'ið hesuferð var sjórænarar. Børnini hava sungið sjórænarasangir og tosað sjórænaramál, tey eru blivin málaði og hava fingið "sjórænaraturriklæði", tey hava gravað eftir gullið og fingið okkurt úr skattakistuni. Eisini hava tey verið inni í einum eitt sindur óhugnaligum sjórænarahúsi, tey hava kikað eftir sjórænarum, kastað eftir spannum og ballónum, gjørt klaffað fyri eyga og alt møguligt annað.
Opið hús 15. februar
Í dag høvdu vit "Opið hús", og tema'ið hesuferð var føstulávint. Børnini kundu klippa ymiskar maskur og prýða tær í Smálambadalinum, og í Kettuvíkini gjørdi tey spøkilsir og málaðu eiturkoppar :)
Tá vit hava opið hús, kunnu øll børnini ganga runt og gera tað, ið tey hava hug til av teimum ymisku aktivitetunum, sum verða bjóðaðir fram.
Børnini verið á vali 8. nov 2016
Í dag er kommunuval, og tí hava børnini eisini roynt at vera á vali. Tey kundu velja millum 3 valevni frá trimum barnabókum: Skrímslini, Pippi og Álvur Ákason. Vit prátaðu um, hvat tað er at velja, hvat tað merkir og hvussu man ger. Børnini fingu hvør sítt valkort, har tey skrivaði sítt navn á. Valkortið góvu tey til "valstjóran" (Maiku), sum gav teimum ein atkvøðuseðil, sum tey so skrivaðu kross á inni í "valboksini". At enda koyrdu tey atkvøðuseðilin í ein forseglaðan kassa, og tá ið øll børnini høvdu valt, bleiv talt upp. Tað bleiv eitt sera tætt val, og úrslitið bleiv, at Skrímslini vunnu valið við 11 atkvøðum, Pippi fekk 10 atkvøður og Álvur Ákason fekk 6 atkvøður :)
10 ára starvsdagar hjá Nancy og Jórun
Herfyri hevði Jórun T. Joensen 10 ára starvsdag. Jórun, sum arbeiðir í Haruurðini, byrjaði her á stovninum, tá hann opnaði fyri fyrstu ferð fyri 12 árum síðani í 2004, og hevur arbeitt í vøggustovuni øll hesi árini, tó við einum tíðarskeiði, har hon var uttanlanda í farloyvi.
Eisini hevur Nancy Hentze havt 10 ára starvsdag, og hevur hon eisini arbeitt í vøggustovuni hesi 10 árini, frá 1. oktober 2006.
Bæði Nancy og Jórun eiga stóra tøkk uppiborna fyri trúgva tænastu hesi 10 árini, og fingu tær báðar eitt blómutyssi og eina gávu, sum tøkk frá stovninum og Tórshavnar kommunu.
Myndir frá "prógvahandanini" hjá skúlabørnunum
Tá ið summarferian nærkast hava vit ein hugnadag fyri skúlabørnunum, har tey fáa eina mappu við myndum frá teirra gerandisdegi hesi árini, ið tey hava gingið í barnagarð, saman við einum "barnagarðsprógvi". Øll børnini vóru samlaði í felagsrúminum, og so blivu børnini rópt upp at taka ímóti, og vóru børnini sera spent. Aftaná var "ábit", har børnini fingu okkurt lekkurt :)
10 ára starvsdagar
Herfyri høvdu Marian á Borg og Frida Lamhauge 10 ára starvsdag. Marian, sum arbeiðir í Smálambadalinum, byrjaði her á stovninum, tá hann opnaði fyri fyrstu ferð fyri 11 árum síðani. Marian hevur havt farloyvi í eitt ár, og hevði tí 10 ára starvsdag í ár. Frida, sum arbeiðir í Haruurðini, byrjaði eitt hálvt ár aftaná at stovnurin opnaði, og hevur tí eisini 10 ára starvsdag í ár.
Marian og Frida eiga stóra tøkk uppiborna fyri trúgva tænastu hesi 10 árini, og fingu handað eitt blómutyssi og eina gávu, sum tøkk frá stovninum og Tórshavnar kommunu.
Børnini velja
Í dag er val til Føroya Løgting, og fyri at læra børnini um, hvat tað er at velja, hava tey størru børnini hjá okkum eisini verið á vali í dag. Børnini vóru sera áhugaði og kjakaðust óført uttanfyri valhøli um, hvat tey skuldu velja. 5 valevni vóru, sum tey kundu velja ímillum, og hvørt valevni hevði ein lit, sum tey skuldu brúka at seta krossin við :)
Ruddingardagur 2015
Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu hava øll børnini ruddað økið rundan um stovnin oman til Kirkjustræti. Børnini vóru sooo røsk og ágrýtin at samla rusk, og tey hava funnið eina rúgvu av ruski, ið átti verið koyrt í skrell, og sum nú er samlað saman til at koyra í ruskbilarnar :)
Lummalyktatúrur jan. 2015
Hvørt ár í januar mánaða fara vit lummalyktatúr við barnagarðsbørnunum, tá tað blívur myrkt úti. Meðan vit eru túr, koma foreldur og systkin á stovnin við onkrum til matna og gera tað klárt til vit koma aftur av túrinum. Ein sera hugnaligur túrur, og stuttligt og øðrvísi at eta nátturða saman - bæði børn, foreldur og starvsfólk.
Summarfestin 2014
Hvørt ár hava vit summarfest, har vit saman við Býlingshúsinum millum Gilja og Flat skipa fyri einum øðrvísi degi, har øll hugna sær og hava tað stuttligt saman. Stovnarnir skiftast um at hava tiltakið og velja okkurt tema, og í fjør høvdu vit sjórænaradag í Býlingshúsinum í Maritugøtu. Her eru nakrar myndir frá sjórænaradegnum