Okkara faldarar

Námsætlanin er eitt arbeiðsamboð til starvsfólkini í Býlingshúsinum í Maritugøtu, og skal javnan endurskoðast og eftirmetast. Hetta er ein partur av arbeiðinum við áhaldandi at styrkja okkara yrkis­før­leika, og er við til at hjálpa okkum at geva barninum eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.

Faldarin um Býlingshúsið í Maritugøtu er ein faldari, sum øll foreldur fáa, tá ið teirra barn byrjar á stovninum hjá okkum. Her standa nógvir praktiskir upplýsingar umframt um hvussu vit arbeiða á stovninum.

Faldarin um Rørslu og sansaskipan er ein faldari við nógvum hugskotum um hvat man kann gera fyri at styrkja kropp og sansir. Vit hava gjørt hann ísv. einari verkætlan, sum vit hava havt um kropp og rørslu, og sum vit framhaldandi leggja dent á at arbeiða við. Eisini foreldur kunnu fáa góð hugskot og vónandi íblástur til rørslu saman við børnunum heima.