Í gongini uttan fyri hvørja stovu er ein boðtalva, sum vit heita á foreldur um at hyggja eftir hvønn dag. Á boðtalvuna skriva vit týdningarmikil boð, eitt nú boð um útferðir, kalt borð, føðingardagar o.l., umframt hvat børnini hava gjørt í dag. Eisini hanga ofta myndir í gongini, har tit kunnu síggja ymiskt frá okkara gerandisdegi.

23.02.2021

Bókingarskipanin Barn skiftir innritingarskipan og nýggj samskiftisapp á veg

Góðu foreldur í Tórshavnar kommunu

Í Tórshavnar kommunu eru vit í ferð við at talgilda allar okkara tænastur. Í hesum sambandi skulu vit kunna tykkum um, at bókingarskipanin BARN skiftir innritingarskipan frá MínLykil til Samleikan 15. mars 2021.

Harafturat eru vit farin undir at menna eina app, sum skal gera samskiftið millum foreldur og dagstovn trygt og lætt. Eisini hendan appin krevur innritan við Samleikanum. Tá appin verður tikin í nýtslu um stutta tíð, verða Facebook og onnur daglig samskiftisamboð strikað, soleiðis at alt samskifti gongur fyri seg umvegis appina og boðtalvurnar á stovnunum.

Talgildu Føroyar fáa bara skrásett eitt avmarkað tal av Samleikum í senn, og tískil vilja vit heita á tykkum um at skráseta tykkum Samleikan í góðari tíð áðrenn skiftið 15. mars 2021, soleiðis at tit tryggja tykkum atgongd til bókingarskipanina, samskiftisappina og kommunalu tænasturnar annars.

Foreldur brúka BARN-skipanina, tá tey skulu bóka børnum sínum pláss í vøggustovu, barnagarði og seinni skriva børnini inn í frítíðarskúla, forskúla og skúla.

Tað er ómaksleyst at skráseta Samleikan. Far inn á heimasíðuna hjá Samleikanum og fylg vegleiðingini har: https://www.samleikin.fo/fo/fa-samleikan/fa-samleikan/. Á heimasíðuni hjá kommununi finnur tú eisini nærri kunning.

Hava tit spurningar, kunnu tit altíð ringja til kundarøktina á tel. 1881. Kundarøktin er opin gerandisdagar frá kl. 8 – 16.30.

Bestu heilsanir
Tórshavnar kommuna

Nancy fer á eftirløn 1. desembur

Fríggjamorgunin 27. novembur varð morgunmatur fyri Nancy nú hon hevur seinasta starvsdag áðrenn hon fer á eftirløn. Vegna tilmælir vóru starvsfólk, fyrrverandi leiðarar í Maritugøtu og familja og vinfólk hjá Nancy boðin inn til hugnaløtuna. 
Nancy hevur starvast í Maritugøtu síðani 1. oktobur 2006 og hevur hon starvast í vøggustovuni Urðini frá byrjanini. Nancy hevur givið børnunum sera nógv við hennara nærveru og róliga lyndi. Børnini hava eisini altíð verið sera glað fyri Nancy. Nancy hevur sanniliga eisini givið nógv til starvsfólk og foreldur og verður hon sera nógv saknað her í húsinum nú hon hevur sín seinasta starvsdag. Tó so, so vóna vit at hon kemur at avloysa aftur einaferð :) 

Takk fyri teg, Nancy og alt tað besta ynskja vit tær :) 

GG. á myndini sæst Nancy saman við fyrrverandi og núverandi leiðarunum hjá sær. Frá vinstru eru: Maika L. Samuelsen, Inga Maria Amandusardóttir, Nancy, Rúni Gaardlykke og Valborg H. Hammer. Hetta eru leiðararnir sum hava verið í Maritugøtu frá tí stovnurin lat upp í 2004 fram til dagin í dag. 

Kunning um jólahald

Góðu foreldur

Jólahaldið fyri børnunum verður hósdagin 3. desembur – vanliga er hetta ein dagur har foreldur eisini eru boðin inn til jólahaldið, men vegna umstøðurnar í hesum árinum, velja vit at bert hava dagin fyri børnunum. Børnini fara at dansa jólatræ, jólamaðurin kemur at vitja og tey fáa jólapakka eisini :)

Eina viku eftir hetta – hósdagin tann 10. desembur – fara vit at gera jóladøgurða og halda enn ein hugnaligan jóladag saman við børnunum. Vanliga plaga børnini at fáa jóladøgurða tá jólagudstænasta hevur verið, men aftur er alt broytt vegna umstøðunum í hesum árinum :) 

Vinarliga
Leiðarin  

Kunning um ráðleggingardag

Góðu foreldur

Fríggjadagin 20. novembur 2020 hava vit ráðleggingardag og verður stovnurin tí stongdur tann dagin
 

Ráðleggingardagurin verður hildin saman við einum øðrum dagstovni í kommununi og fara vit at hoyra fyrilestur um dagstovnanámsfrøði frá Jógvan Philbrow, formanni í Føroya Pedagogfelag. Hetta verður í tráð við, at vit skulu endurskoða og eftirmeta námsætlanina fyri stovnin. 

Blíðar heilsur
Valborg, leiðari

Kunning í samband við upplating mánadagin 17. august

Góðu foreldur

Nú vit lata upp aftur mánadagin 17. august eru nøkur atlit, sum vit øll í felag mugu taka til okkum. Vit hava roynt hetta áður og vit fara bara beint í tað sum vit gjørdu í vár. Hetta er tað sum vit mugu minnast serliga væl til í komandi viku og so leingi korona herjar landið. Vit vóna sjálvandi, at hetta ikki verður alt ov drúgt.

  • Børnini skulu hava 2 matpakkar – 1 til frokost og 1 til millummála. Barnagarðsbørnini hava vatndunk við eisini. (Roynið og fái allan matin í ein stóran matpakka – navn skal vera á)
  • Børnini mugu hava nóg mikið av skiftiklæðum og útiklæðum – vit fara at vera nógv úti.
  • Vit vaska altíð hendur tá vit koma og fara – sápa og vask er í øllum gongdunum. Vøggustovurnar hava eitt lítið vesi í uttastu gongini og har vaska tit hendur tá tit koma og fara.
  • Vit taka ímóti børnunum í uttaru gongini – undantikið teimum, sum eru í innkoyring. Tey foreldrini kunnu koma inn í stovuna fram til innkoyringin er liðug.
  • Vit eru í hvør sínari stovu og ganga ikki ímillum stovurnar innandura – systkin skulu avleverast og heintast í sínari heimastovu. Børnini hava møguleika at spæla saman uttandura.
  • Vit halda frástøðu, men starvsfólkini halda ongantíð frástøðu frá tykkara børnum. Frástøðan merkir, at tað bert er 1 foreldur inni í gongini í senn – roynið og geri skjótt av við heintan og avlevering – tað gekk so sera væl í vár og tað skal nokk ganga aftur hesaferð.
  • Ongar leikur við – bert soviklútar/bamsur um tað er neyðugt fyri svøvnin hjá barninum.
  • Vit mæla foreldrum til, at brúka masku/munnbind tá komið verður á stovn og tá heintað verður. 
  • Eisini minna vit á, í samband við ferðing uttanlanda, at epideminevndin mælir til, at man heldur seg heima til kanningin á sætta degi fyriliggur negativ. Hetta er galdandi fyri bæði børn og starvfólk. 

Vit mugu eisini minnast til, at fleiri fólk eru í sóttarhald og tað rakar eisini dagstovnaøkið –  tað er so sera týdningarmikið, at tit siga frá um tit hava frídagar ella velja at vera heima. Innkoyringar halda fram og vit mugu taka ein dag í senn viðvíkjandi teimum vegna manglandi starvsfólkum í løtuni.

Ringið endiliga, um tit hava spurningar ella ivamál. Tit fara at fáa kunning so við og við um okkurt broytist. Haldið tykkum eisini dagførd á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Hóast alt hetta, so gleða vit okkum at síggja tykkum og síggja fram til samstarvið frameftir :) 

Vinarliga
Valborg H. Hammer
Leiðari
Tlf. 285330

Vælafturkomin

Góðu foreldur og børn

Mánadagin 3. august byrja vit aftur í Maritugøtu og vit gleða okkum ordiliga nógv at síggja tykkum øll aftur og nógv av tykkum koma at byrja tykkara dagligu gongd her fyri fyrstu ferð - ein spennandi tíð fyri framman :) 

Nøkur starvsfólk og børn eru enn í feriu og tí byrja vit róliga aftur og tað er bara gott við tí. Vit fara at læra hvønn annan at kenna betur og betur og tá øll eru komin aftur so koyra vit full drøn á :) 

Síggjast :) 

Kunning um skert virksemi komandi tíðina

Endiliga kemur dagurin, har vit fara at lata Býlingshúsið í Maritugøtu varliga upp aftur.

Hóast vit hava nógv nýggj atlit, sum skulu takast í gerandisdegnum, fara vit fyrst og fremst aftur til arbeiðis sum námsfrøðingar og hjálparfólk. Vit vilja tískil gera alt fyri, at børn tykkara føla seg trygg í nýggju umstøðunum. Vit fara ikki at halda 2 metrar frástøðu, tí tað ber snøgt sagt ikki til. Vit fara at taka ímóti børnunum við stórum smíli og tí tætta sambandinum, ið tey vanliga fáa. Okkara ynski er, at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag saman við børnum tykkara - við forvitni, kreativiteti, spæli og lívsgleði. Vit vilja, at børnini koma á stovn, uttan ótta og ampa av øllum tí, sum hevur verið frammi seinastu tíðina :)

Nøkur atlit, at fyrihalda seg til tá vit byrja aftur:
Tá ið tit koma við børnum tykkara, tekur eitt starvsfólk ímóti tykkum í uttaru gongini. Bert eitt foreldur pr stovu, í gongini, í senn. Børn og foreldur skulu bert nýta tær inngongdirnar, ið hoyra til stovurnar hjá børnum tykkara – eisini tá talan er um systkin, sum eru í hvør sínari stovu. Barnið sigur farvæl við foreldrið í gongini, saman við starvsfólkinum. Hetta skal ganga rímiliga skjótt fyri seg, soleiðis at tað ikki gerst ov long bíðitíð til næsta foreldur og barn. Ongin foreldur koma inn til klædnarúmini. Starvsfólkini gera børnini klár at fara heim eisini. Tað er týdningarmikið, at tit halda tykkum til tær upplýstu tíðirnar í tilmeldinini. Um neyðug frávik eru viðvíkjandi tíðunum, so skal stovan hava hetta at vita í góðari tíð, tí starvsfólk skulu taka ímóti tykkum tá tit koma og fara.

Vit fara at heita á tykkum, um at vaska hendurnar og spritta av, í gongini, har tit koma inn. Í gongini hjá vøggustovunum er eitt lítið starvsfólkavesi, har foreldur og børn fáa møguleika at vaska sær hendurnar og eisini at spritta eftir seg. Hetta er fyri at verja øll ímóti smittuvanda.

Minnist til at halda frástøðu um tit síggja, at annað foreldur eru í gongini – bíði til foreldrið er farið og komið síðani inn í gongina.

Børnini skulu hava tey klæðir við, ið tey hava tørv á. Vit fara at vera úti í mest møguligan mun og tí er gott við tveimum settum av skiftiklæðum og góð útiklæðir. (Kavadrakt, kavastylvar, regnklæðir, gummistylvar, skógvar troyggjur, húgvur, handskar/vøttir, ullintar hosur, buksur, blusur, sokkar, undirklæðir)

Børnini skulu hava tveir matpakkar við; ein til døgurða og ein til millummála. Børnini fáa mjólk frá okkum. Fyri at minka um smittuvanda verða tit biðin um at hava drekkidunk við vatn við, til barnagarðsbørnini. Leggið matpakkarnar á vognin í gongini tá tit koma - starvsfólkini taka matpakkarnar inn og leggja teir í køliskápið. Matpakkarnir verða lagdir aftur á vognin og koyrdir í gongina eftir, at máltíðirnar eru lidnar.

Inni í húsinum fara vit at vera í hvør sínari stovu og ferðast ikki millum stovurnar. Klingran verður ikki brúkt til virksemi komandi tíðina.

Tað er ikki loyvi, at hava egnar leikur við á stovnin fyri uttan soviklútar/sovibamsur. Avtalið við starvsfólkini í stovuni viðvíkjandi tí. Krøvini um, at skula vaska allar leikur tvær ferðir dagliga tekur tíðina frá børnunum. Vit hava tí valt, at hava fáar leikur inni í stovunum og tað, sum tey spæla við, verður vaskað millum hvørt spæl. Vit vilja, í allar fyrstu atløgu, vera til staðar fyri barnið og vera nærverandi í hesum tíðum.

Eg fari at minna tykkum á, at hetta eru serligar tíðir og hetta kann halda fram í eina tíð – vit vita ikki hvussu leingi. Tó skal eg vissa tykkum um, at vit eru spent at síggja tykkum aftur og gleða okkum at koma aftur til arbeiðis og vera saman við tykkara børnum :)

 

Tit eru altíð vælkomin at ringja til mín á 285330 ella á stovuna, sum barn tykkara hoyrir til, um tit hava spurningar ella ivamál :)

Gott vikuskifti!

Kunning um skert virksemi í samband við COVID19

12.03.2020

 

Virksemi á dagstovnaøkinum skert frá í seinasta lagi mánadegnum 16.03. 2020 og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.

 

Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børnum hvørs foreldur av neyðsynjar arbeiðið hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

  • Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðsaldri, tey ið lúka hesi krøv
  • Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, tey ið lúka hesi krøv
  • Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, tey ið lúka hesi krøv
  • Frítíðartilboði til 3. floks børn, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðartilboð seinnapart, tey ið lúka krøv
  • Ungdómshúsini eru ikki opin

 

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnavirksemi, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.

Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.

 

Barna- og ungdómsdeildin
Tórshavnar kommuna

Ráðleggingardagur 11. oktobur 2019

Sum kunnað, verður ráðleggingardagur fríggjadagin 11. oktobur. Kunnað varð eisini, at vit fóru til Bíggjar, men tað er broytt og vit fara tí til Strendur og fara at hoyra fyrilestur hjá Niclas Hera Jákupsson um arbeiðsgleði. Hendan dagin er stovnurin stongdur. 

Vøggustovurnar flyta inn aftur í Maritugøtu 5. august

Nú er útbyggingin við at verða liðug, og síðsta hond verður løgd á nýggju og "gomlu" vøggustovunar - Reiðrið og Urðin. Sostatt verður klárt at flyta inn aftur hjá børnunum, tá vit opna aftaná summarfrítíðina t. 5. august.

Sum kunnugt er nýggjur leiðari settur - hon eitur Valborg Heradóttir Hammer, og hon byrjar 1. august 2019.

Gleðilig jól

Starvsfólkini í Býlingshúsinum í Maritugøtu ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár :)

Ráðleggingardagur 2. november

  • Fríggjadagin 2. november hava starvsfólkini ráðleggingardag, og tá er stovnurin stongdur

Komandi tiltøk

  • 22. oktober fyllir stovnurin 14 ár. tá bjóða vit til foreldrakaffi frá kl. 15 :) 
  • 7. november verður myndatøka, har vit taka felagsmyndir og einkultmyndir av teimum sum ynskja
  • 21. november er okkara Stóri bakidagur, har vit baka køkur til frá fyri tiltakinum Í Menniskjum góður tokki
  • 6. desember hava vit jólafest, har vit dansa jólatræ og fáa vitjan av jólamanninum, og kl. 15 framføra børnini fyri foreldrunum. Aftaná verður jólahugni inni á stovunum.

Nú hevur Steinbjarta, sum er 3. árs næmingur úr Danmark, skjótt verið hjá okkum í eitt hálvt ár, og hon hevur síðsta arbeiðsdag hjá okkum 1. november. Vit hava verið sera glað fyri Steinbjartu og fara at takka hana fyri tíðina, ið hon hevur verið hjá okkum.

Komandi tiltøk

  • Hóskvøldið 12. apríl kl. 19-21 verður felags foreldrafundur í Skúlanum við Løgmannabreyt
  • Týsdagin 24. apríl bjóða vit ommu og abba kaffi frá kl. 15, og vóna at síggja nógvar ommur og abbar til ein drekkamunn og ein køkubita :)
  • 25. apríl er Flaggdagur, og tá er stovnurin stongdur
  • Mikudagin 9. mai hava vit garðdag, har vit í felag fríðka um í garðinum og annars hugna okkum saman
  • Hósdagin 31. mai hava vit summarfest. Tá gera vit okkurt serligt burturúr - bæði børn og starvsfólk, har vit hava eitt ávíst tema, og gera ymisk stuttlig tiltøk.
  • Týsdagin 5. juni er Grundlógardagur, og tá stongir stovnurin kl 12

Hóast vit hvønn dag arbeiða út frá okkara námsætlan, sum vit byggja uppá 7 økir, sum umfata ymiskar førleikar, sum barnið framhaldandi skal menna, hava vit valt at arbeiða við at seta fokus á eitt serligt øki úr námsætlanini hvønn mánaða:

  • Januar-februar: Mentan og siðir
  • Mars: Mál og samskifti
  • Apríl: Kroppur og rørsla
  • Mai: Náttúra

Eisini fáa vit tvey starvslesandi - Rakul byrjar 9. apríl í Haruurðini, sum er 1. árs næmingur frá Fróðskaparsetrinum, har hon verður í 6 vikur. Síðani kemur Steinbjarta, sum er 3. árs næmingur úr universiteti í Århus í Danmark. Hon byrjar 1. juni í Kettuvíkini, og verður eitt hálvt ár hjá okkum.

Garðdagur mikudagin 9. mai frá kl. 15-18.30

Mikudagin 9. mai hava vit garðdag, har børn, foreldur og starvsfólk í felag hjálpast til at fríðka um í garðinum, samstundis sum vit hugna okkum saman.

Foreldraráðið hjálpir til við at gera poppkorn og hevur frukt, grønmeti og køkur við.

Vit enda dagin við at øll fáa pylsur :)

 

Felags foreldrafundur 12. apríl

“Hvussu kunnu vit skilja fyribrigdið, sjálvsálit, soleiðis at vit best fáa styrkt sálarheilsuna hjá børnum okkara?"

Góðu foreldur

Setið kross í kalendaran!

Vit vilja bjóða tykkum til ein sera áhugaverdan og viðkomandi foreldrafund, har Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, fer at halda fyrilestur um sjálvsálit hjá børnum okkara.

Í fyrilestrinum verður ein rúgva av ítøkiligum amboðum, sum bæði tit foreldur og vit sum starvsfólk kunnu brúka.

Fundurin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt, saman við Býlingshúsunum í Ternuryggi, undir Brúnni og Dagstovninum Sólareygað .

Dato:    12. apríl 2018

Kl.:       19 – 21

Stað:    Skúlin við Løgmannabreyt

 

Ráðleggingardagur 23. februar

Komandi ráðleggingardagur verður fríggjadagin 23. februar.

Tá er stovnurin stongdur.

Føstulávintshald mánadagin 12. februar

Føstulávintsmánadagin sláa vit tunnu, og øll sum hava hug kunnu vera grýluklødd. Eisini fara vit upp á gólv og fara m.a. at kvøða Burtur á heiði.

Stovnurin bjóðar døgurða henda dagin, so ikki nýtist at hava matpakka við.

Summarferian 2018

​Í viku 29, 30 og 31 í 2018 verður minkað um virksemið á barnagørðunum og vøggustovunum í Tórshavnar kommunu.

Eins og undanfarnu árini er ein stovnur opin í summarfrítíðini, tá ið hinir eru stongdir. Stovnurin er opin frá 16. juli til 3. august.

Nærri kunning um tilmelding kemur, tá ið tað nærkast.

Jólini 2017

Stovnurin hevur stongt dagarnar millum jól og nýggjár.​

Foreldur, ið hava pláss fyri neyðini 27., 28. og 29. desembur 2017, verða vinarliga biðin um at skráseta seg á torshavn.fo > Sjálvgreiðsla > Dagstovn á jólum.

Freistin er fríggjakvøldið 1. desembur 2017. Boðað verður frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið er á stovninum teir dagar, sum eru fráboðaðir.

Foreldrafundur týskvøldið 31. oktober

Týskvøldið 31. oktober hava vit felags foreldrafund. Tá fara stovurnar at greiða frá námsfrøðiliga virkseminum í gerandisdegnum.

Vit byrja í Haruurðini kl. 19, meðan vit møta kl. 19.30 í Smálambadalinum og Kettuvíkini. Foreldur, sum hava børn í vøggustovu og barnagarði hava sostatt møguleika at vera eina løtu á báðum stovum.  

Komandi tiltøk í 2017

  • 1. sept. verður foreldrakaffi frá kl. 7.45-9.30

    Vit bjóða morgunmat í Klingrudalinum, tá ið tit koma við barni tykkara

  • 22. sept. ráðleggingardagur, og stovnurin er tá stongdur.

  • 20. okt. fyllir stovnurin 13 ár - foreldrakaffi frá kl. 15-16.45

     Vit bjóða til foreldrakaffi í Klingrudalinum við køku og drekkamunni frá kl. 15-16.45

  • 25. okt. verður myndatøka

    Vit taka felagsmyndir av børnunum, umframt at tey, ið ynskja, kunnu fáa einstaklingamynd tikna av barninum.

  • 31. okt. verður foreldrafundur

  • Tá fara starvsfólkini  inni á stovunum fara at greiða frá námsfrøðiliga virkseminum í gerandisdegnum hjá børnunum.

  • 22. nov. verður stóri bakidagur

    Børnini fáa køkur við heim, og tey sum ynskja, kunnu lata pening til tiltakið “Í Menniskjum góður tokki”. Vit bjóða ein drekkamunn, tá tit heinta børnini.

  • 7. des. verður jólahald kl. 15

    Vit halda dagin saman við børnunum við at dansa jólatræ, fáa jóladøgurða, vitjan av jólamanni o.a. Síðani bjóða vit foreldrunum til framførslu av jólaevangeliinum og Lusia gongu kl. 15.

    Aftaná verður drekkamunnur á stovunum.

 

Harafturat kemur sjálvandi alt tað vanliga virksemi á stovuni - bæði inni og úti.

Broytingar kunnu koma fyri.

 

Ráðleggingardagur 22. september

Komandi ráðleggingardagur verður fríggjadagin 22. september. Tá er stovnurin stongdur, meðan starvsfólkini ráðleggja námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum fyri komandi tíðina.

 

Hjartaliga vælkomin, nýggj og gomul børn og foreldur :)

Nú eru vit byrjaði aftur aftaná summarfrítíðina, og vit ynskja øllum at vera vælafturkomin úr vónandi einari góðari feriu, og somuleiðis vælkomin til tey nýggju børnini, sum byrja í vøggustovuni ella barnagarðinum :)

 

Gott summar!

Mánadagin 17. juli fara vit í summarfrí, og hevur stovnurin stongt komandi 3 vikurnar. Vit opna aftur sum vanligt mánadagin 7. august.

Vit ynskja øllum eitt gott summar, og síggjast aftur í august :)

 

Garðdagurin verður mikudagin 24. mai kl. 15-18.30

 

 

 

 

 
   

Foreldrafundur 17. mai 2017 kl. 19-21

Vit vilja ynskja tykkum vælkomin til ársins felags foreldrafund, har Anne Brodersen og Mads Brodersen fara at halda fyrilestur fyri okkum um hvønn týdning rørslur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað.  

Hetta tiltakið er fyri øll foreldur sum hava børn á dagstovnum ella býlingshúsum í Hoyvík.

Anna Brodersen hevur millum annað skrivað bøkurnar “Grundmotorik” og “Brug din krop” og staðið á odda fyri stóru donsku kanningini “Tidligere indsats”.

Mads Brodersen hevur stovnað “Vends Motorik og Naturskole”. Mads er útbúgvin náttúruvegleiðari, motorikvegleiðari og hevur PD í ungdómsnámsfrøði. Hann hevur meira enn 20 ára royndir innan sítt økið og innan sosiala og almenna námsfrøði, har hann brúkar náttúruna sum amboð.

 
 

 

 

 

     Dato:     17. mai 2017

     Kl.:        19 – 21

     Stað:     Skúlin við Løgmannabreyt

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum

                            Leiðararnir í Býlingshúsunum/dagstovnunum í Hoyvík

Ráðleggingardagur 26. mai

Komandi ráðleggingardagur verður fríggjadagin 26. mai. Tá er stovnurin stongdur. 

 

Summarferian 2017

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu niðurlaga virksemi í viku 29, 30 og 31 (frá 17. juli til 6. august).

Eins og undanfarin ár steingja stovnarnir, og virksemi verður flutt á ein dagstovn, ið verður opin arbeiðsdagarnar í hesum vikunum.

Tilmelding er á torshavn.fo > sjálvgreiðsla> søkja um dagstovn í summarfrítíðini, og freistin fyri at melda til er hóskvøldið 1. juni.

Kunning um hvør stovnur er opin kemur seinni.

 

Komandi tiltøk í 2017

  • Fríggjadagin 3. februar verður felags foreldrakaffi við morgunmati í Klingrudalinum frá kl. 7.45-9.30
  • Mánadagin 27. februar er føstulávint við tunnusláing. Stovnurin bjóðar døgurða.
  • Hósdagin 27. apríl verður foreldrakaffi í Smálambadalinum og Kettuvíkin frá kl. 15-16.45
  • Hósdagin 4. mai verður foreldrakaffi í Haruurðini frá kl. 15-16.45
  • Mikudagin 17. mai verður felags foreldrafundur um rørslu og motorik í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 19-21
  • Mikudagin 24. mai verður garðdagur
  • Fríggjadagin 26. mai verður ráðleggingardagur. Tá er stovnurin stongdur.
  • Hósdagin 8. juni verður ommu- og abba kaffi kl. 15-16.45
  • Fríggjadagin 16. juni verður summarfest fyri børn og starvsfólk
  • Stovnurin fer í summarfrí t. 15. juli til og við 6. august. Tað er vika 29, 30 og 31. Tá hava allir stovnar í Tórshavnar kommunu stongt, uttan ein stovnur. Tilmelding er á torshavn.fo > sjálvgreiðsla> søkja um dagstovn í summarfrítíðini.

Aðrir aktivitetir á stovninum, túrar o.a. verður kunnað um á talvuni hjá stovunum.

 

Føstulávintshald mánadagin 27. februar

Føstulávintsmánadagin sláa vit tunnu, og øll sum hava hug kunnu vera grýluklødd. Stovnurin bjóðar døgurða henda dagin, so ikki nýtist at hava matpakka við.

 

Jólafest 8. desember

Jólafestin verður hósdagin 8. desember.

  • Vit byrja fyrrapartin við at børn og starvsfólk dansa jólatræ kl. 10

  • Síðani fáa vit jóladøgurða, lambstjógv v/eplum, gularótum, sós og reyttkáli.

  • Aftaná kemur jólamaðurin á vitjan við onkrum í posanum.

  • Síðani síggja vit ein jólafilm, meðan vit bíða til foreldrini koma.

  • Kl. 15 eru foreldrini bjóðaði til jólahaldið, har ið tey elstu børnini framføra ein jólaleik, og síðani ganga øll børnini á stovninum Lusia og syngja nakrar jólasangir.

  • Vit enda við einum drekkamunni og onkrum góðum afturvið :) 

 

Komandi foreldrafundur 17. november

Komandi foreldrafundur verður hóskvøldið t. 17. november. Tá fara starvsfólkini á stovunum at greiða frá teirra virksemi saman við tykkara børnum og vísa tykkum myndir og onkur filmsbrot, sum lýsir gerandisdagin hjá tykkara børnum. Av tí at so nógv systkin eru bæði í vøggustovu og barnagarð, hava vit valt, at fundurin í vøggustovuni (Haruurðini) verður frá kl. 19-20, og at fundurin í Smálambadalinum og Kettuvíkini verður frá kl. 20-21.

 

Foreldrakaffi fríggjadagin 9. september

Fríggjamorgunin 9. september hava vit foreldrakaffi við morgunmati frá kl. 7.45-9.30 í Klingrudalinum :)

 

Komandi ráðleggingardagur verður 23. september 2016

Komandi ráðleggingardagur verður fríggjadagin 23. september. Tá fara starvsfólkini at viðgera ymisk faklig evni og eftirmeta arbeiðið á stovninum.

Tá er stovnurin stongdur. 

 

Góða summarferiu :)

Nú nærkast summarferian, og vit fara skjótt øll í summarfrí. Børnini, sum fara í skúla aftaná summarferiuna, hava nú fingið "prógv", og vit ynskja teimum alt tað besta í framtíðini. Vit vilja  takka fyri tíðina, okkum varð litið upp í hendurnar at menna hesi børnini, og eisini takka vit fyri gott samstarv við foreldrini . Fleiri nýggj børn fara at byrja á stovninum aftaná summarferiuna, bæði í vøggustovuni og á barnagarsstovunum, og vit gleða okkum at taka ímóti teimum.

Stovnurin stongir tann 9. juli og opnar aftur 1. august.

Góða summarferiu :)

 

Summarfestin fríggjadagin 17. juni

Árliga summarfestin hjá okkum verður fríggjadagin 17. juni, og í ár verður tiltakið í Býlingshúsinum millum Gilja, har vit fara at hugna okkum og gera ymiskt stuttligt. Henda dagin skulu børnini vera á stovninum í seinasta lagi kl 9.30, tá ið vit fara til gongu niðan millum Gilja og tiltakið er liðugt uml. kl. 14.30. Tá fara vit heim aftur á stovnin.

 

Ommu- og abba kaffi mikudagin 8. juni

Mikudagin 8. juni bjóða vit øllum ommum og abbum til ein drekkamunn og ein køkubita frá kl. 15-16.30

Summarfrítíðin 2016 broytt til viku 28, 29 og 30!!

Í summar hava stovnarnir í Tórshavnar kommunu stongt í viku 28, 29 og 30, t.e. 11. juli til 31. juli. Sum undanfarin ár fer ein stovnur í kommununi at hava opið fyri tey, ið hava tørv á hesum, og í ár verður tað Dagstovnurin í Øksnagerði. Freistin at melda seg er nú farin.

Foreldrafundur mikukvøldið 6. apríl kl. 19-21

6. apríl fer danski sálarfrøðingurin Jens Andersen at halda fyrilestur fyri foreldrum og starvsfólkum í øki "Hoyvík við meira" um týdningin, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað. Fyrilesturin snýr seg serstakliga um týdning miðlanna í gerandisdegnum og teir møguleikar og trupulleikar, ið foreldur møta, tá ið barnið nýtir miðlarnar.

Jens Andersen er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir skemt og ávís dømi fyri at geva íblástur og nýggja vitan innan barnauppaling og familjulív.

Felags foreldrafundurin er fyri tólv stovnar, og verður hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 19-21. Aftaná fyrilesturin samlast foreldrini á teirra stovni inni á einari skúlastovu til eitt prát, har foreldraráðið eisini bjóðar kaffi og køkur

Lummalyktatúrur

Mikudagin 13. januar fara vit lummalyktatúr við barnagarðsbørnunum. Tá koma foreldrini við onkrum til matna og gera klárt, meðan børn og starvsfólk ganga túr í myrkrinum við lummalyktum. Vit fara til gongu kl 16.30 og koma aftur á stovnin uml. 17/17.15, tá vit fáa okkum ein bita saman.

Jólahald hósdagin 3. desember kl. 15

Hósdagin 3. desember kl. 15-17 verður jólahaldið saman við foreldrum og systkjum í Býlingshúsinum í Maritugøtu.

Foreldrini møta í Klingrudalinum kl. 15, meðan børnini gera seg klár.

Kl. 15.10 stundisliga fara børnini í skúlabólkinum at sýna fram ein lítlan jólaleik um jólaevangeliið, og aftaná ganga øll børnini Lusia og enda við at syngja nakrar jólasangir.

Aftaná fara vit inn á stovurnar at fáa ein drekkamunn.

Jólini 2015

Sum vant, hava stovnarnir í Tórshavnar kommunu stongt millum jól og nýggjár. Tó skipar kommunan fyri tilboð til tey, ið hava tørv á hesum, við at hava ein stovn opnan dagarnar millum jól og nýggjár, og í ár verður tað Býlingshúsið í Maritugøtu. Tilmelding verður á torshavn.fo í næstum - nærri kunning um hetta kemur seinni.

Foreldrafundur týskvøldið 20. oktober kl. 19.30

Árligi foreldrafundurin verður týskvøldið 20. oktober kl. 19.30.

Vit byrja inni í Klingrudalinum, har Kala Rajani, heilsufrøðingur, kemur at tosa um m.a. týdningin av tíðliga tilknýtinum hjá vøggustovubørnunum, og hvørja ávirkan svøvnur og kostur hevur á gerandisdegnum hjá børnunum.

Aftaná verður farið inn á stovurnar, har starvsfólkini í stuttum fara at greiða frá gerandisdegnum á stovninum. Vit enda uml. kl. 21

Skrá fyri árið

Tiltøk fyri hetta árið út:

20. oktober: Felags foreldrafundur kl. 19.30

22. oktober: Felags foreldrakaffi frá kl. 15-16.45 - stovnurin fyllir 11 ár.

5. november: Myndatøka av børnunum

18. november: Stóri bakidagur. Børnini baka saman við starvsfólkunum, og tá ið børnini verða heintaði, kunnu foreldrini fáa ein drekkamunn og ein posa við køkum heim við. Tá verður høvi at lata eina peningagávu til tiltakið "Í menniskjum góður tokki"

3. desember: Jólafest kl. 15-17. Vit hava í ár lagt jólafestina ein hósdag, av tí at tað undanfarin ár ofta vóru onnur tiltøk henda fyrsta fríggjadagin í desember.

24. desember til 3. januar: Stovnurin hevur stongt

Broytingar kunnu koma fyri, umframt at onnur tiltøk koma aftrat.

Foreldrakaffi

Vit bjóða foreldrunum til ein drekkamunn av og á, fyri at foreldur hava eitt høvi at steðga á eina løtu inni á stovninum, har sum barn teirra er nógvar tímar av teirra barnalívi. Eisini er høvi hjá foreldrunum at tosa við onnur foreldur - t.d. foreldur at vinunum sum barn teirra spælir við hvønn dag, og sjálvandi eisini við starvsfólkini. Ætlanin við foreldrakaffi er ikki at øll foreldur skulu koma ísenn tá ið tað byrjar, men meira tá ið foreldrini annars heinta børnini, men sjálvsagt er tað ynskiligt - serliga fyri barnið, at tíð er til at steðga á eina løtu.