Námsfrøði

Námsfrøðiligur málsetningur

Vit vilja at foreldur skulu uppliva okkum sum eitt trygt, læruríkt og mennandi stað fyri teirra barn – eitt stað, har tey vera møtt av starvsfólkum og leiðslu í einum umhvørvi merkt av virðing, opinleika, áliti og góðum samskifti.

Námsfrøðiliga málið er at virka fyri, at vit fáa sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn – børn sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra teirra lív í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.

Vit vilja virka fyri, at møguleikarnir hjá tí einstaka barninum at mennast sálarliga og kropsliga eru so góðir sum møguligt. Vit hava tað fatan, at barnsins kropsliga, sosiala, sjálvstøðuga og kensluliga menning sínámillum ávirkar hvørja aðra. Tískil er námsfrøðin tillagað hesum. T.e. at vit hugsa í einari heild­ar­fatan av barninum og umhvørvinum, tað livir í.





* skal útfyllast

Kalendari

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Samskifti

Býlingshúsið í Maritugøtu
Maritugøta 60
FO-188 Hoyvík 
Føroyar

tel.:+298272929/+298302400
email: maritugota@torshavn.fo

Trýst á kortið fyri størri myndHer eru vit